Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Veje til Jesus

Útselt
125,00 kr

Í bókini eru 15 frásagnir um menniskju, sum á ymsan hátt eru komin til trúgv á Jesus og hava sæð, at tey hava brúk fyri honum sum sínum frelsara.
Tú kanst lesa um Tony, sum vaks upp á einum barnaheimi, og sum seinni endaði í rúsdrekkamisnýtslu og gjørdist heimleysur.
Tú kanst eisini lesa um Martin, sum sat í fongsli í 10 ár, har hann las í Bíbliuni og kom til trúgv á Jesus.
Ella tú kanst lesa um Hamideh úr Iran, sum møtti Jesusi í einum dreymi.
Hóast frásagnirnar eru rættuliga ymiskar, so er sami høvuðspersónur í øllum søgunum, nevniliga Jesus, sum møtir menniskjum á ymsan hátt.




Rithøvundur: Mikkel Vigilius
Forlag: LMBE
Útgivin: 2020
Blaðsíður: 207