Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Kallur og kona

20,00 kr

Ætlanin við hesum bóklingi var at siga nøkur orð um hjúnalagið og mál av týdningi fyri hetta evni.

Grundirnar til tess eru fleiri.
Ein er tann, at hjúnalagið er í høgum metum í okkara Bíbliu, men tykist ikki at vera tað í samfelagi okkara í dag.
Ein onnur er, at mong eru so ráðaleys um, hvat er rætt, og hvat er skeivt at gera.
Ein triðja grundin er, at evnið hevur týdning fyri so mangt annað hjá okkum, tí tað, sum vit hugsa um hjúnalagið, setur síni spor í lívsførslu okkara.